1. ALMENT

Krabbameinsfelagið
Grønlandsvegur 58
110 Tórshavn

Føroyar
V-tal: 343404
Telefon: +298 317959
Teldupostur: kmf@krabbamein.fo

2. GJALDING

Á krabbamein.fo kanst tú gjalda við hesum gjaldskortum: Visa og Mastercard.
Allir prísir eru í DKK við MVG, uttan so at annað er tilskilað.
Vit taka fyrivarni fyri prísbroytingum, prentvillum og útseldum vørum.
Prísirnir eru bert galdandi í Føroyum.

Við gjalding við gjaldskorti skulu kortnummar, útgongudato og trygdarkoda upplýsast, og við hesum gevur tú loyvi til, at Krabbameinsfelagið kann taka upphæddina av kortinum. Allar transaktiónir verða viðgjørdar dulnevndar, so eingi kortdata eru sjónlig.


3. VØRUR OG BÍLEGGINGAR

Á krabbemein.fo kanst tú keypa smálutir frá felaginum.

Tá ið bílagt verður, skulu allar neyðugar upplýsingar fyllast út í teigunum.

Ein bíleggingarváttan verður send á upplýstu teldupostadressuna.
Er vøran ikki á lagur, verður tú kunnaður um hetta umvegis telefon ella teldupost.
Gávukort kunnu ikki býtast um til reiðan pening.

4. ÚTBERAN / AVHEINTING

Krabbameinsfelagið sendir bíleggingar við Posta ella øðrum veitingarfelag. Væntaða útberingartíðin er 5–10 dagar. Vørur kunnu eisini heintast eftir avtalu á einum ávísum staði.

5. IÐRANARRÆTTUR

Vit veita 14 dagar fullan iðranarrætt, um tú angrar eitt keyp ígjøgnum okkara heimasíðu. Hetta er treytað av, at vøran ikki er latin upp, er í upprunaligum pakkanum, og ikki hevur verið handfarin í stríð við vegleiðingina innan 14 dagar frá móttøku.

Krabbemeinsfelagið rindar ikki fyri afturbering av vørum í sambandi við iðranarrættin.
Iðranin skal fráboðast okkum í seinasta lagi 14 dagar eftir keypið, og vøran skal sendast aftur seinast 14 dagar eftir, at tú hevur boðað frá at tú ynskir at nýta tín iðranarrætt.

Boð um iðranina skal sendast til kmf@krabbamein.fo og tað skal tyðiliga upplýsast, at tú ynskir at nýta tín iðranarrætt, og at tú ynskir at senda vøruna aftur.

6. ENDURGJALD

Iðrar tú keypið, fært tú upphæddina aftur, ið tú hevur goldið Í førum har ein virðisminking er, sum tú hevur ábyrgd av, verður hetta trekt frá keypsupphæddini.

Um tú brúkar rættin til at angra keypið, endurgjalda vit allar upphæddir, sum tú hevur goldið, uttan óneyðugt drál og í seinasta lagi 14 dagar frá tí degi, vit hava móttikið fráboðan um títt val at angra keypið. Vit brúka sama gjaldshátt, sum tú nýtti til upprunatransaktiónina, uttan so at annað verður avtalað.

Vøran skal sendast til:

Krabbameinsfelagið
Grønlandsvegur 58
110 Tórshavn
Føroyar

Fylgjandi vørusløg eru undantikin frá angarrættinum:
– Vørur, sum eru gjørdar eftir ynski hjá keyparanum ella hava fingið eitt serligt persónligt brá.
– Vørur, ið skjótt versna ella ganga út á dato.

7. REKLAMATIÓN

Tá tú keypir frá okkum, hevur tú sum brúkarur 24 mánaðar reklamatión. Hetta merkir, at tú antin kanst fáa vøruna umvælda, býtta, fáa peningin aftur ella prísavsláttur, alt eftir tí ítøkiligu støðuni.

Tað er treyt, at reklamatiónin er grundgivin, og at brekið ikki stavar frá skeivari nýtslu ella øðrum skaðavaldandi atburði.
Tú skalt kæra innan “rímiliga tíð” frá, at mangulin er staðfestur. Kærir tú innan tveir mánaðir, er kæran altíð rættstundis.

Um kæran er grundgivin, endurgjalda vit tínar (rímiligu) útreiðslur til flutning. Vøran skal altíð sendast aftur í tryggum pakningi, og minst til at fáa kvittan fyri sendan, so vit kunnu endurgjalda útreiðslurnar.

Hetta er ikki galdandi fyri frískar/frystar matvørur ella kolonialvørur.

Vøran skal sendast til:

Krabbameinsfelagið
Grønlandsvegur 58
110 Tórshavn
Føroyar

Tá tú sendur vørur aftur, verður tú vinarliga biðin um at lýsa trupulleikan, so neyvt sum gjørligt.

Vit móttaka ikki vørur við eftirkravi.

8. PERSÓNDÁTUPOLITIKKUR

Tá bílagt verður, hava vit tørv á hesum upplýsingum:

  • Navn
  • Bústaður
  • Teldupostur
  • Gjaldskort

Upplýsingarnar verða einans nýttar til at veita tínar bíleggingar.
Tínar upplýsingar verða goymdar, so leingi tú hevur ein brúkara hjá Krabbameinsfelagnum.
Gjaldskortupplýsingar verða goymdar dulnevndar ígjøgnum Quickpay.
Krabbameinsfelagið hevur ikki beinleiðis atgongd til hesar upplýsingar, tí tær verða goymdar trygt hjá okkara gjaldsveitarum.

Allar upplýsingar verða einans goymdar fyri at veita tær bestu tænastu, og tær verða ongantíð seldar ella latnar víðari til triðja part.

Okkara privatlívspolitikkur kann lesast her.

9. KÆRUMØGULEIKI

Um tú vilt kæra títt keyp, skalt tú venda tær til kmf@krabbamein.fo. Um tað ikki eydnast at finna eina loysn, kanst tú senda eina kæru til viðkomandi brúkaraumboð.